Innanlands

Dómur fallin í stórum rúsevnismáli

Ein maður mitt í tjúgunum og ein fyrst í tretvinum fingu í gjár fongsulsrevsing á ávikavist 1 ár og 9 mánaðir og 2 ár og 6 mánaðir fyri at smugla hassj til Føroya í fjørheyst

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-04-23 21:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dómur fall í Føroya rætti í gjár í rúsevnismáli.

Talan er um stórt rúsevnismál, har tveir menn royndu at smugla 12 kilo og 18 kilo av hassji til Føroya í fjørheyst.

Menninir, sum eru mitt í tjúgunum og fyrst í tretvinum, vórðu dømdir ávikavist 1 ár og 9 mánaðir og 2 ár og 6 mánaðir fongsul, veit útvarpið.

Dømdu menninir og ákæruvaldið hava biðið um umhugsunartíð áðrenn støða verður tikin til, um dómurin skal kærast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder