Uttanlands

Donald Sutherland deyður

Kanadiski sjónleikarin, sum m.a. er kendur úr "M.A.S.H" og "The Hunger Games" andaðist í gjár, 88 ára gamal

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-06-21 11:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kanadiski sjónleikarin Donald Sutherland er deyður.

Hann andaðist í Miami í gjár, 88 ára gamal eftir longri sjúkralegu, boðaðu agentur hansara, og sonur hansara, sjónleikarin Kiefer Sutherland frá í gjárkvøldið.

– Tað er við tungum hjarta, at eg má boða frá, at pápi mín, Donald Sutherland, er farin. Persónliga haldi eg, at hann er ein av týdningarmiklastu sjónleikarunum í filmsøguni.

– Hann elskaði tað, sum hann gjørdi, og gjørdi tað, hann elskaði, og eingin kann biðja um meira, skrivar hann m.a. á sosiala miðilin X.

Donald Sutherland byrjaði sína yrkisleið sum miðskeiðis í 1960unum, og var hann virkin sum sjónleikari í meira enn 50 ár.

Seinastu árini er hann serliga vorðin kendur fyri at hava spælt leiklutin sum forsetin Coriolanus Snow í "Hunger Games"-filmsrøðini. Eisini hevur hann spælt við í "The Dirty Dozen", "Kelly's Heroes", "M.A.S.H" og "Klute", skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder