Tann ákærdi, og nú dømdi, Donald J. Trump hevur allatíðina hildið fast í, at hann ikki kennir E. Jean Carroll, og fyrrverandi fosetin valdi ikki at møta upp til borgarliga rættarmálið at verja seg sjálvan.
Rihøvundurin ákærdi Trump fyri at hava neyðtikið hana í einum skiftingarrúmi í Bergdorf Goodman handlinum í New York í 1996. Nevningatingið dømdi tó ikki nú 76-ára gamla mannin fyri neyðtøku - mett varð at prógv ikki vóru fyri hesum. Tó fall dómur í gjár fyri kynsligan ágang og eitt slag av ærmeiðing.
Tað at Donald Trump er dømdur fyri at hava kropsliga gjørt seg inn á E. Jean Carroll í 1996 og munnliga - m.a. útsagnir hann hevur havt um hana upp til rættarmálið - sendir hann í geglið. Talan var um eitt borgarligt mál og ikki eitt vanligt revsirættarmál (Criminal Case).
Rættarmálið og prógvbyrðan eru heldur øðrvísi, og tann dømdi fæt tað á seg, at hann hevur ábyrgd av hendingini, og at hann mest sannlíkt er sekur. Dómurin er peningur. Samanlagt skal Donald Trump nú rinda E. Jean Carroll fimm milliónir dollarar. Hetta svarar til umleið 34 milliónir krónur. Revsingin fyri ærumeiðingina er harðari enn kynsligi ágangurin.
E. Jean Carrol
Á sínum sosiala miðli hevur fyrrverandi forsetin skýrt dómin eina skomm, men ikki fyri seg. - Við hesum heldur tann størsta "gívrajagstranin" nakrantíð fram.
Verjin hjá Trump skýrir dómin løgnan, tí nevningatingið ikki dømdi hann fyri neyðtøku men kortini feldi dóm. Joe Tacopina staðfesti greitt, at dómurin verður kærdur, tí har er nógv at fara eftir. Tó stúrir hann fyri, at Trump ikki fer at fáa eina rættvísa rættargongd í New York.
E. Jean Carroll var løtt og fegin, tá hon kom úr rættarsalinum í gjár og hitti tíðindafólkini. Hon segði millum annað, at hetta var ein sigur fyri kvinnur yvirhøvur, at hon nú hevði fingið lívið aftur og at "heimurin nú loksins kennir sannleikan". Sakførari hennar staðfesti, at við hesum er tað greitt, at eingin er yvir lógini - heldur ikki ein fyrrverandi forseti í landinum.
Donald Trump er favorittur at gerast republikanskt forsetavalevni til valið næsta ár. Viðmerkjarar meta, at borgarliga sakarmálið og útfallið ikki fara at ávirka tað stóra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald