Uttanlands

Donald Trump dømdur sekur í øllum ákærum 

Eitt nevningating í New York hevur fyri løtu síðani dømt fyrrverandi amerikanska forsetan Donald Trump sekan í 34 ákærum at hava framt brotsverk í sambandi við forsetavalið í 2016

2024-05-30 22:33 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta hendir eftir eina drúgva rættarviðgerð, har almenni ákærin hevur ákært fyrrverandi forsetan fyri at hava brotið lógina í eini roynd at krógva og lúgva um  brúk av pengum í sambandi við forsetavalstríðið í 2016.  

Talan er um ein tann mest søguliga dómin í amerikanskari søgu, tí hetta er fyrstu ferð, at ein fyrrverandi forseti verður dømdur fyri at hava framt brot á lógina. 

[object Object]

Donald Trump hevur longu kallað dómin fyri eina roynd at spenna bein fyri sær í stríðnum at gerast forseti aftur og skuldsetur verandi forseta Joe Biden at standa aftanfyri. 

Roknast kann nú við, at Trump fer at fara víðari til hægri rætt við dóminum. 

Enn veit eingin, hvørja avleiðinga dómurin fer at fáa fyri Trump. Fleiri greinarar siga, at sjálvt um Trump fær fongsulsdóm, so kann hann kortini stilla upp til komandi forsetaval. 

[object Object]

Amerikanski forsetin hevur longu úttalað seg um avgerðina hjá nevningatinginum og sigur, at eingin er omanfyri lógina. 

Enn er ógreitt, hvønn dóm Donald Trump fer at fáa. Talan kann vera bæði um eina minni revsing men eisini eina fongsulsrevsing. Í hvørgum føri fer hetta at forða honum í at stilla upp til komandi val. Spurningurin er so um, hvat veljararnir fara at siga til hesa avgerðina. 

Dómur fellur í málinum 11. juli, men uttan iva fer Donald Trump at appelera dómin til hægri rætt og í síðsta enda til Hægsta Rætt. Hetta kann taka mánaðir ella ár. 


Keldur: CNN, BBC, DR, NRK, The New York Times, Washington Post, MSNBC

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder