Hetta skrivar Donald Trump á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, ið minnur um eina útgávu av X (áður kent sum Twitter).
Donald Trump ynskir at halda enn ein valfund í Butler, har hann varð skotin av einum ungum yvirgangsmanni. Hesin brotsmaðurin var stutt eftir at hava skotið trump, sjálvur skotin til deyðis av Secret Service agentum.
Fyrrverandi forsetin sigur, at hann vil hava valfundin, samstundis sum hann við heiðra minninum um tann sløkkiliðsmannin, ið lat lív, og um øll tey, ið komu illa fyri av tilburðinum.
- Soleiðis skrivar Donald Trump á sínum Truth Social-vanga. (Mynd: skermmynd av almennu síðu hansara)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald