Í nátt okkara tíð varð fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump handtikin í Fulton County í statinum Georgia.
Handtøkan varð framd í sambandi við málið, har Trump er skuldsettur fyri at hava roynt at ógilda úrslitið av forsetavalinum í 2020.
Trump gav seg yvir til myndugleikarnar í Fulton County, men stutt eftir varð hann longu leyslatin aftur móti veðhaldi. Avtala var longu gjørd um, at gjaldið fór at verða 200.000 dollarar, ið svarar til nærum 1,4 milliónir krónur.
Í sambandi við handtøkuna varð eitt sonevnt "mug shot" tikið av Trump - ein mynd av tí skuldsetta, sum altíð verður tikin í sambandi við handtøkur í USA.
Talan er um eina søguliga mynd, tí hetta er fyrstu ferð, at ein slík mynd er tikin av einum fyrrverandi amerikonskum forseta, skriva altjóða miðlar.
Trump hevur sjálvur deilt myndina á sosiala miðilin X, sum fyrr æt Twitter. Talan var um hansara fyrstu dagføring á sosiala miðlinum síðan 8. januar 2021, tveir dagar eftir álopið á Kongressina.
Undir myndina hevur hann skrivað:
– Valuppílegging. Yvirgevið tykkum ongantíð!
https://t.co/MlIKklPSJT pic.twitter.com/Mcbf2xozsY
— Donald J. Trump (@realDonaldTrump) August 25, 2023
Í januar 2021 varð Trump útihýstur av fleiri sosialum miðlum, m.a. táverandi Twitter, men í November í fjør lat Elon Musk, nýggi eigarin av Twitter, brúkarar atkvøða um framtíðina hjá Trump á sosiala miðlinum, og meirilutin ynskti at loyva honum inn aftur. Trump segði seg tó ikki hava áhuga í at koma aftur, tí hann hevði stovnað sín egna sosiala miðil, Truth Social.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald