Uttanlands

Donald Trump liggur nógv fremst í kanningunum

Fær størri undirtøku í veljarakanning enn øll hini republikansku valevnini tilsamans

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-07-31 15:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Donald Trump liggur langt framman fyri nærmasta avbjóðara, Ron DeSantis, í eini kanning, sum vísir, at undanfarni forsetin stendur at fáa fleiri atkvøður enn allir hinir republikansku avbjóðararnir til samans.

Trump fær tríggjar ferðir so nógvar atkvøður sum guvernørurin úr Florida, DeSandis, ið er næstur á listanum. 54 móti 17 prosentum. Tað er New York Times og Siena, sum hava gjørt kanningina. Í kanningini eru veljarar spurdir um hvønn av republikansku valevnunum tey helst høvdu atkvøtt fyri.

Eftir DeSantis kemur fyrrverandi varaforsetin hjá Trump, Mike Pence, fyrrverrandi ST-sendikvinnan Nikki Haley og senatorurin Tim Scott, sum øll standa til umleið trý prosent av atkvøðunum.

Higartil hava trettan fólk meldað seg inn í kappingina at gerast valevni fyri republikanska flokkin á komandi forsetavalinum í november 2024.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder