Uttanlands

Donald Trump og álopið á Kongressina til almenna hoyring

Eftir kanningar í meira enn eitt ár fer ein senatsnevnd nú undir  almennar hoyringar av hendingunum rundan um seinasta forsetavalið í USA. Hesar byrja komandi nátt.

2022-06-09 19:42 Author image
Jan Müller
placeholder

Tá fer eitt serligt mál, sum hevur fylt ómetaliga nógv í amerikanska gerandisdegnum  av bakkastokki. Talan er um eina ta mest hugstoytandi hendingina seinastu mongu árini, nevniliga álopið á "The Capitol’”, amerikonsku Kongressina í Washington 6. januar 2021. Hvør legði tað til rættis og hvør hevði ábyrgdina. Hetta hevur verið arbeiðssetningurin hjá eini senatsnevnd.

Kanningarnevndin, sum er mannað við bæði demokratum og republikanarum, ið hava kannað umstøðurnar rundan um álopið ella uppreisturin, heldur, at tíðin nú er komin til at hava eina almenna hoyring um málið, soleiðis at almenningurin í USA fær at vita, hvat veruliga hendi henda ein tann mest umrødda og skelkandi dag í  nýggjari amerikanskari søgu. 

Fyrsta hoyringin byrjar kl. 01 fríggjadag føroyska tíð. Aðrar hoyringar  verða so eisini 13., 15., 16. og 21. juni allar kl.15 føroyska tíð.  Hoyringarnar fara helst at útgreina, hvussu Donald Trump og nakrir av hansara samstarvsfeløgum brutu lógina, tá teir royndu at broyta valúrslitið, sum teir søgdu var stolið, skrivar bretska ávísin The Independent.

-Vit vilja greina støðuna rundan um uppreisturin 6. januar so gjølla tilber, greiddi formaðurin Bennie Thomsen tíðindafólki frá í farna mánað.  Í mars segði kanningarnevndin m.a.: -Tað var retorikkurin hjá forsetanum,  sum sannførdi túsundtals amerikanarar um ikki bert at mótmæla men gera uppreistur við at fara til Capitol í Washinton 6. januar, har fleiri teirra síðani á ólógligan hátt gjørdu seg inn á Kongressina, við tí úrsliti, at  fleiri løgreglufólk lótu lív. Eitt av herrópunum var einki minni enn: “Hangið Mike Pence”, sum tá varð varaforseti, og tí skuldi beinast av vegnum vildi hann ikki gera eftir kravboðunum frá Donaldi Trump um at seta fót fyri  lógliga og rættað valúrslitinum. Allar kanningar um valsvik vístu seg at vera uttan hald í veruleikanum.

[object Object]

Kanningarnevndin hevur havt samrøður við meira enn túsund fólk og hevur skjalfest túsundtals skjøl. Í nátt kl. 01 føroyska tíð byrjar almenna hoyringin, sum flest allir amerikanskir miðlar her serstakliga sjónvarpsrásir sum CNN, MSMBC og NBC  fara at fylgja - tó við einum undantaki. Fox News, sum er sjónvarpsrásin, ið hevur og framvegis stuðlar Donald Trump, hevur gjørt av ikki at senda frá hoyringini  men heldur at hava sína egnu hoyring við fólkum, sum ætlandi skulu verja Trump. 

Upprunin til hetta álvarsliga málið stavar frá tíðini eftir amerikanska forsetavalið í 2020. Hóast allar uppteljingarnar vístu, at Joe Biden hevði vunnið,  vildi Donald Trump ikki góðkenna valúrslitið, sum hann segði var stolið. Hann segði eisini væl undan valinum, at gjørdist valúrslitið ein ósigur fyri hann, fór hann ikki at góðtaka tað, tí tá hevði verið svikað.

Og tá Kongressin so  skuldi góðkenna valúrslitið, heitti Trump á amerikanarnar  um at koma til høvuðsstaðin at mótmæla og steðga góðkenningini av valúrslitinum. Og hetta endaði sum flestu kunnugt við einum uppreistri, ið kostaði mannalív og kundi endað heilt galið.  Forðað varð tó fyri ringastu avleiðingum av hesum í seinastu løtu, tá Pence varaforseti valdi - ímóti boðunum frá Trump -  at halda seg til lógina og góðkendi valúrslitið.

Kanningarnevndin, sum varð sett í kjalarvørrinum á hesum uppreistrinum, vónar, at alt tilfarið og prógvini frá drúgvu kanningunum, kunnu vera ein hjálp hjá løgreglumálaráðharranum, Garland, til at kunna ákæra Donald Trump og fleiri av hansara næstu fyri at hava roynt at varðveita valdið við eini kvettroynd.

Keldur:

 The Independent, Washington Post, MSMBC, CNN

BBC: https://www.bbc.com/news/world-us-canada-61735605

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder