Uttanlands

Donald Trump og Kim Jong-un vilja hava nýggjan toppfund

Báðir hava sagt, at sambandið teirra millum enn er gott, og at teir ynskja at hittast aftur, hóast einki kom burturúr seinasta toppfundinum

Savnsmynd (EPA)

Savnsmynd (EPA)

2019-04-13 20:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bæði amerikanski forsetin, Donald Trump, og norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un,  ynskja at hittast aftur til ein 3. toppfund.

Tað siga teir báðir, sambært TV2, og eisini lýsa teir báðir sambandið teirra millum sum "frálíkt".

Men hetta merkir ikki, at ein nýggjur toppfundur verður skjótt.

Norðurkoreanski leiðarin hevur givið USA til endan av árinum at koma við treytum, sum báðar síður kunnu góðtaka.

Í gjár segði Kim Jong-un í røðu til parlamentið í Norðurkorea, at hann vildi vera tolin og bíða restina av árinum, eftir at USA skal taka nakrar "djarvar avgerðir" um samráðingarnar teirra millum.

Hann legði afturat, at sambandið millum hann og Trump enn er "frálíkt", hóast einki kom burturúr seinasta toppfundinum.

Á Twitter skrivaði Trump eisini, at sambandið teirra millum enn er "ordiliga gott, og kanska orðið framúrskarandi er meira hóskandi".

Amerikanski forsetin legði afturat, at ein nýggjur toppfundur við Norðurkorea "hevði verið gott".

Endamálið við einum nýggjum fundi verður m.a. nógv umrøddu kjarnorkuvápnini hjá Norðurkorea.

Seinasti toppfundurin millum teir báðar var í februar, og tá endaði fundurin brádliga uttan úrslit.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder