Uttanlands

Donald Trump skal á enn ein toppfund

Hesaferð við Vladimir Putin

2018-06-28 07:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

Amerikanski trygdarráðgevin John Bolton váttar fyri altjóða miðlum, at Donald Trump, forseti í USA, skal á toppfund við russiska forsætisráðharran Vladimir Putin. Russiski stjórnarráðgevin Jurij Usjakov hevur eisini váttað tað sama.

Donald Trump sigur, at fundurin møguliga verður beint eftir Nato-toppfundin, sum verður 12.-13. juli. Víðari sigur amerikanski forsetin, at fundur møguliga verður í Helsinki. Eftir ætlan skulu statsleiðararnir hittast í øðrum landi enn USA ella Russlandi.

John Bolton er í løtuni í Russlandi, har hann hevur verið á fundi við Putin. Sambært Reuters fekk hann boð frá Trump um at fáa fund í lag millum statsleiðararnar.

Bolton legði upp til, at evni á fundinum møguliga verður stórpolitikkur og hernaðarpolitikkur, møguliga Sýria. Harumframt skulu teir eisini tosa um G7, sum er ein bólkur av heimsins valdsmiklastu tjóðum. Donald Trump vil fegin, at hesin bólkurin verður víðkaður til G8.

Bolton váttar eisini, at statsleiðararnir fara at umrøða at Russland blandaði seg uppí amerikanska valið, tá Donald Trump varð valdur til forseta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder