Uttanlands

Donald Trump skjótt eisini ákærdur í Georgia

Ein dómur í tí sakarmálinum kann hava fongsulsrevsing við sær

2023-04-03 12:35 Author image
Jan Müller
placeholder

Í farnu viku gjørdi almenni ákærin í New York av at ákæra fyrrverandi forsetan Donald Trump fyri lógarbrot, og í morgin skal hann møta á rættarstaðnum til myndatøku og fingramerking. Hetta er fyrstu ferð í amerikanskari søgu, at ein fyrrverandi forseti verður ákærdur.

Í morgun skrivar Financial Times, at Trump eftir øllum at døma verður ákærdur í enn einum máli. Talan er um søguligu bandaðu uppringing hansara til valovastan í statinum Georgia, har Trump heitti á hann um at finna góðar 3000 atkvøður, soleiðis at hann vann valið í statinum. Hesum vísti valovasta aftur men fór ístaðin út alment við hendingini.

[object Object]

Hetta verður mett at vera so mikið álvarslig og revsiverdug stig at taka hjá Trump, at verður hann dømdur sekur, kann hetta hava við sær fongsulsrevsing. Sambært kenda bretska blaðnum sigur Fani Willis, sum er ákæri í Fulton valøkinum í Georgia, at ákæra móti Trump kann koma hvørja løtu.

Tað verður tó ikki roknað við, at tað kemur hartil, at ein fyrrverandi forseti endar í fongsli, hóast hann verður dømdur.

Stórur spenningur er annars í USA um kanska mest týðandi málið í sambandi við Donald Trump, nevniliga álopið á amerikonsku Kongressina. Kanningar, sum ein Kongressnevnd hevur gjørt, vilja vera við, at Trump sjálvur var ein av høvuðsmonnunum aftanfyri álopið.

Amerikanska løgmálaráðið hevur kannað málið nú í longri tíð, og í løtuni er málið til viðgerðar hjá ákæranum Jack Smith, ið hevur drúgvar royndir frá brotsmannadómstólinum í Haag.

Viðmerkjarar og politikarar eru ójavnir á máli um, hvat fer og eigur at henda í hesum álvarsliga málinum.

Meðan fleiri teirra vísa til orðini hjá løgmálaráðharranum, Merric Garland, at eingin er omanfyri lógina, og siga, at heldur ikki ein fyrrverandi forseti, sum hevur framt lógarbrot, er omanfyri lógina.

Hetta skýra aðrir viðmerkjarar og politikarar serliga republikanarar at er einki minni enn politisk jagstran av fyrrverandi forsetanum fyri at forða honum í at vera uppstillaðan aftur til komandi forsetaval.

Í løtuni er tað tó tað aktuella málið í New York, sum stendur ovast á breddanum.

Viðhaldsfólk hjá fyrrverandi forsetanum halda ikki, at málið um kynsliga sambandið hjá Donald Trump við kendari kvinnu eigur at fáa nakra avleiðing. Tað er málið alt ov lítið til.

Amerikanskir miðlar vilja tó vera við, at hetta málið snýr seg um so nógv annað eisini. Sagt verður, at ákærin fer at leggja fram 30 ymisk mál í hesum sakarmálinum, sum hildið verður, m.a. snúgva seg um, hvussu Trump bar seg at til forsetavalið í 2016.

Løgreglan í New York er í hægstu tilbúgving undan upplatingini av sakarmálinum í Manhattan í morgin. Fleiri kendir republikanskir politikarar hava heitt á sínar veljarar og Trump stuðlar kring landið at koma til New York fyri at mótmæla.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder