Republikanski flokkurin í USA hevur nú valt Donald Trump til valevni á komandi amerikanska forsetavalinum. Tað hendi á floksfundinum í gjár.
Hetta kom ikki óvæntað, og Trump var eisini einasta uppskot til forsetavalevni.
Nú verður bíðað í spenningi eftir takkarrøðuni hjá Trump, sum hann fer at halda tá floksfundurin endar hósdagin.
Eygleiðarar vita at siga, at Trump hevur sagt, at hann nú arbeiðir við at umskriva røðuna hjá sær. Hetta hendir eftir skottilburðin leygardagin, tá fyrrverandi forsetin varð skotin í oyrað, og harvið var fáar sentimetrar frá at verða dripin. Mett verður, at hann nú fer at leggja taktikkin um, og ístaðin fyri at tosa um munirnar millum seg og sitandi forsetan, Joe Biden, fer at brúka meira tíð upp á at tosa um samanhald.
J.C. Vance er varaforsetavalevni
Stóra samrøðuevnið í Amerika í gjár var valið hjá Donald Trump av varaforsetavalevni.
Tí í gjár varð tað kunngjørt, at tað verður 39 ára gamli senatorurin úr Ohio, J. D. Vance, sum kemur at standa undir hansara lið í valstríðnum, og sum verður komandi varaforseti, um Trump vinnur valið.
J.D. Vance (Mynd: EPA)
Hesum boðaði Trump frá á sosiala miðili sínum, Truth Social, í gjár.
- Eftir drúgva umhugsan havi eg gjørt av, at tann persónur, ið er best egnaður at átaka sær uppgávuna sum varaforseti, er J. D. Vance, senatorur, skrivaði Trump.
Og í gjárkvøldið varð hetta einmælt samtykt á floksfundinum hjá radikala flokkinum.
Kallaði Trump fyri 'idiot'
Valið kom heldur óvæntað, tí 39 ára gamli senatorurin frá Ohio hevur fyrr verið ógvuliga kritiskur mótvegis Donald Trump. Upp til forsetavalið í 2016, tá Trump vann á Hillary Clinton, var J.D. Vance bersøgin og kallaði Trump eitt nú fyri “idiot” og “amerikanski Hitler”.
Hesi seinastu árini hevur hann tó verið ein trúðfastur Trump stuðul og verji. Og afturfyri takkaði Trump honum við at vísa sín stuðul á senatorvalinum í Ohio í 2022, sum J.D. Vance vann.
Vance gjørdist kendur í amerikanskum politikki, tá hann útgav sjálvævisøguna “Hillbilly Elegy”, sum gjørdist ein bestseljari í bókhandlunum.
Bókin snýr seg um hansara fátæksliga uppvøkstur í sokallaða ‘rustbeltinum’, har tungi kol- og stálídnaðurin liggur, men har tað síðan 1980’ini hevur verið stór afturgongd í framleiðsluni og talinum av arbeiðsplássum.
Bókin gav nógvum amerikanarum í arbeiðarastættini eina rødd – fólk, ið kenna seg svikin av stjórnini í Washington D.C., skrivar Ritzau.
Sitandi forsetin, demokraturin Joe Biden, hevur ikki nógv til yvurs fyri valinum av varaforsetavalevni.
Stutt eftir útnevningina skrivaði forsetin á X um Vance, at “hann er stórur í munninum, tá tað snýr seg um arbeiðandi fólkið. Men nú ætlar hann saman við Trump at økja skattirnar hjá miðalstæddini fyri at fíggja fleiri skattalættar til tey ríku.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald