Leiðarin av yvirgansfelagsskapinum Islamiskur Statur, Abu Bakr al-Baghdadi, er deyður.
Síðan í nátt hava leysasøgur gingið um, at IS-leiðarin varð dripin í Sýria av amerikanska herinum, men tað var ikki fyrr enn klokkan 9.20 lokala tíð, at amerikanski forsetin, Donald Trump, váttaði á tíðindafundi, at al-Baghdadi var deyður.
Sambært DR er tað sera óvanligt, at amerikanski forsetin hevur tíðindafund um morgunin.
Í nátt skrivaði Trump á Twitter, at okkurt stórt var hent, og seinni varð boðað frá, at Trump fór at koma við einari stórari avdúking.
Á tíðindafundinum segði Trump, at hann sjálvur sá ein part av hendingini gjøgnum eitt myndatól, og sigur hann, at al-Baghdadi tók lívið av sær sjálvum við einum sjálvmorðsvesti.
Amerikanski forsetin sigur, at tey hava tikið DNA-roynd, sum váttar, at tað veruliga er IS-leiðarin, sum er deyður.
Ein stórur partur av fólkunum hjá al-baghdadi doyði eisini undir amerikanska álopinum, og 11 børn vórðu særd. Sambært Trump royndi al-Baghdadi at brúka børn sum skjøldur, og lótu trý børn eisini lív undir álopinum.
Á tíðindafundinum takkaði Trump eisini Russland, Sýria, Turkaland og Irak fyri at hava stuðlað USA í álopinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald