Uttanlands

Donald Tusk nýggjur andstøðuleiðari í Póllandi

Fyrrverandi ES-forsetin varð í gjár valdur til at standa á odda fyri flokkinum Platforma Obywatelska, ið er størsti andstøðuflokkur í Póllandi – Vónin er, at hann kann savna flokkin, sum seinastu tíðina hevur verið í kreppu

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-07-04 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi ES-forsetin, Donald Tusk er nú aftur at síggja í politikki í heimlandinum Póllandi. Í gjár varð hann nevniliga valdur til at standa á odda fyri størsta andstøðuflokkinum í Póllandi – Platforma Obywatelska (Borgaraplatformurin)

Í fyrsta umfari er hann valdur sum ein av fýra næstformonnum, men tað verður kortini hann, sum skal standa á odda fyri flokkinum, til ein formaður er valdur seinni í ár.

Gamli formaðurin, Borys Budka, legði í gjár frá sær fyri at gera pláss fyri 64 ára gamla Donald Tusk.

Donald Tusk var við til at stovna flokkin fyri 20 árum síðani, og fram til 2014 var hann eisini formaður í flokkinum. Í árunum 2007 – 2014 var hann eisini forsætisráðharri í Póllandi. Síðani fór hann til Brússel, har hann var ES-forseti fram til 2019.

Kreppa hevur verið í flokkinum, men nú Tusk er afturkomin er vón um, at hann kann savna flokkin aftur, skrivar Ritzau.

Gitingar hava eisini verið um, um Tusk ætlar sær at stilla upp til næsta forsetavalið. Sitandi forsetin, Andrzej Duda kann ikki stilla uppaftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder