
Eitt býartorg við einum borgarahúsi. Tað er ein bacheloruppgáva hjá arkitektlesandi á Institut for Bygningskunst og Teknologi, sum er partur av Det Kongelige Akademi í Danmark.
Tað er vanligt, at skúlin á hvørjum ári ger tílíkar uppgávur í ymsum londum, og hesaferð fall valið so á Havnina, her vit hava sæð hesi ungu arkitektlesandi við málibandi, fototóli og pappíri í hond seinastu dagarnar, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuna.
Tey ungu fingu uppgávuna farna mánadag, 25. oktober, og skulu tey avlevera uppgávuna 17. januar 2022.
Fríggjadagin vitjaðu tey á Ráðhúsinum og í Býráðssalinum í Havn, har tey m.o. hittu borgarstjóran, Heðin Mortensen.
Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald