Uttanlands

Donsk løgreglufólk góvu rong boð

Høvdu ikki heimild til at áleggja minkaalarum við frískum djórum uttan fyri vandaøkini at drepa djór síni

(Mynd: dr.dk)

(Mynd: dr.dk)

2020-11-19 09:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast tað var ólógligt at kravja at minkar uttan fyri vandaøkið skuldu drepast, vórðu donsk løgreglufólk sett til at ringja til eigarnar av røskum minkagarðum fyri at fáa teir at taka minkarnar av.

Til uppgávuna fingu løgreglufólkini eitt sokallað ‘actioncard’ frá Ríkisløgregluni, sum sigur, hvat løgreglufólkini skulu siga. Hetta kemur fram í frágreiðingini, sum danska Umhvørvis- og Matvørumálaráðið legði fram í gjár.

Um eigarin av einum røskum minkagarði noktaði at avlíva dýrini, skuldu løgreglufólkini siga soleiðis:

- Tað harmar meg at hoyra, men avgerðin er tikin. Um tú ikki er við, merkir tað, at tú ikki fært møguleika fyri at fáa bonusið, og tú kanst rokna við, at myndugleikarnir koma og tøma garøin kortini.

- Eg vil tí hoyra, um hetta fær teg at broyta avgerðina?

Formaðurin í fakfelagnum hjá løgreglufólkunum, Claus Oxfeldt, kallar støðuna ræðuliga, at løgreglufólk fáa slíkt ‘actioncard’, sum fær tað at ljóða sum um, at myndugleikarnir fóru at drepa minkarnar.

- Slíkt má ikki henda. Hetta er ræðuligt, tí fólk skulu hava 100 prosent álit á løgregluni. Vit skulu ikki vera við til nakað, sum er í stríð við grundlógina, sigur hann sambært Ritzau.

Longu áðrenn hetta ‘actioncard’ið’ varð orðað, var Ríkisløgreglan kunnað um, at óvist var um heimild var í lógini at drepa raskar minkar á gørðum uttan fyri vandaøkini.

Sambært frágreiðingini harmast Ríkisløgreglan um rongu boðini, sum minkabóndurnir fingu.

Uppringingarnar til minkaalararnar vórðu gjørdar frá 6. til 8. november.

10. november var ‘actioncard’ið’ rættað, so ávísingin til, at avgerðin var tikin og at myndugleikarnir kortini fóru at drepa dýrini, varð tikin burturúr. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder