Í gjár varð danska tíðindastovan Ritzau fyri einum umfatandi teldusníkaálopi. Tað skriva danskir miðlar.
Ritzau hevur fleiri enn 100 servarar, og umleið ein fjórðingur hevur tikið skaða av álopinum. Ein avleiðing er, at redaktionellu skipanirnar hjá tíðindastovuni eru óvirknar í løtuni.
Teldusníkarnir hava síðani kravt loysigjald fyri at leysgeva dáturnar hjá Ritzau, men higartil hevur tíðindastovan noktað at goldið.
Ritzau hevur fingið eini boð frá teldusníkunum, sum ráðgevar hava mælt teimum frá at lata upp, og tí er ógreitt, hvussu høga upphædd teldusníkarnir krevja.
Tað verður ikki upplýst, hvør stendur aftanfyri álopið, men Lars Vesterløkke, fyrisitingarstjóri hjá Ritzau, sigur, at álopið er "sera professionelt".
Kt-deildin hjá tíðindastovuni arbeiðir við at fáa skipanirnar í rættlag aftur, og Ritzau hevur eisini fingið hjálp frá kt-serfrøðingum uttanifrá. Ritzau væntar, at alt kemur at koyra aftur sum vanligt í fyrsta lagi um eitt samdøgur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald