Uttanlands

Donsk verjuavtala við USA ikki galdandi fyri Føroyar

Avtalan inniber millum annað, at amerikansk herfólk og útgerð nú verða staðsett á danskari jørð

Mette Frederiksen (Skíggjamynd: DR)

Mette Frederiksen (Skíggjamynd: DR)

2023-12-19 11:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danmark hevur í dag gjørt eina verjusamstarvsavtalu við USA, sum loyvir, at amerikansk herfólk og hernaðarútgerð verður staðsett á danskari jørð, um Fólkatingið loyvir tí.

Men avtalan er ikki galdandi fyri Føroyar og Grønland, skrivar Ritzau.

Mette Frederiksen, statsministari, kunnaði um nýggju avtaluna í morgun. Hon kallar avtaluna fyri eitt “nýbrot”.

Mette Frederiksen vildi tó ikki siga nakað um, hvussu nógv amerikansk herfólk talan verður um, tú hetta veldst um støðuna og tørvin.

- Vit liva í eini ógvusligari tíð við nógvum kreftum, sum bjóða okkara fólkaræði av. Vit halda, at avtalan við USA er eitt nýbrot í donskum verjupolitikki, og hon hevur við sær, at amerikansk herfólk og útgerð koma at hava fasta støð á danskari jørð, segði hon.

Avtalan sigur, at USA fær atgongd til trý hernaðarlig øki í Danmark. Talan er um flogstøðirnar Karup, Skydstrup og Aalborg.

- Hetta verður galdandi í bæði styttri og longri tíðarskeið. Á henda hátt styrkja við atgongdina hjá USA til Evropa og Eystrasalt, og eru harvið við í kollektivu verjuni av Evropa. Tað er ein kjarnuuppgáva fyri bæði Nato og Danmark, segði Mette Frederiksen.

Hon hevur fyrr víst aftur, at kjarnorkuvápn verða loyvd á danskari jørð, ella at nýggjar herstøðir verða bygdar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder