Uttanlands

Døpur útlit fyri Brexit-uttan avtalu

Matvørur og brennievni dýrkar – og ófriður kann kykna í nærsamfeløgunum

(Mynd: visualhunt.com)

(Mynd: visualhunt.com)

2019-09-12 11:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Matvørurnar kunnu gerast dýrari, prísirnir á streymi og olju kunnu hækka, vandi er fyri at sjúkur fara at ganga, og spenningur kann føra til ófrið í gøtunum.

Tað er ein døpur framtíð, sum fimm síður langa frágreiðingin, ’Operation Yellowhammer’ teknar fyri bretsku framtíðina. Men tað er tað, sum bretska stjórnin væntar fer at henda, um ringast vil til, um bretarnir fara úr ES 31. oktober uttan skilnaðaravtalu.

Bíðirøðir og dýrari matvørur

Tær fimm síðurnar seta upp 20 punkt fyri hvat kann fara at henda, og lýsa hvussu eitt nú markaeftirlit og trot á ávísum matvørum, heilivági og brennievni fara at geva eina ketuandgerð (-reaktion, red.), sum kann enda við misnøgd í fólkinum.

Eitt nú skal bretar rokna við longum bíðirøðum fyri flutningin um Ermasund. 85 prosent av lastbilunum, sum flyta góðs um sundið, eru ikki fyrireikaðir til tolleftirlitið í Fraklandi, og tað kann føra til bíðitíðir á hálvtannað til hálvttriðja samdøgur at sleppa yvirum. Tað kunnu eisini ganga fleiri mánaðir at venja seg við nýggju støðuna, stendur í pappírunum, sambært dr.dk.

Og tá veitingartrygdin um sundið verður hótt við nógvum seinkingum, ávirkar tað sjálvandi veitingina av bæði heilivági og matvørum, og hóast hetta ikki beinleiðis fer at føra til matvørutrot, gerst útboðið minni og prísirnir hækka, ljóðar metingin.

- Bólkar við lágari inntøku verða raktir lutfalsliga hart av øllum príshækkingum á matførum og brennievni, stendur í frágreiðingini.

Frágreiðingin ávarareisini um, at alt hetta kann geva spenningar í nærsamfelagnum og slóða fyri einum svørtum marknaði.

Var noydd at almannakunngera
Stjórnin vísir tó á, at frágreiðingin er eitt sokallað ’worst case-scenario’, og at hon varð noydd at almannakunngera pappírini eftir at ein meiriluti í tjóðartinginum atkvøddi fyri, at ætlanin skuldi leggjast fram.

Sambært andstøðuflokkinum, Labour, prógvar pappírið tær álvarsligu avleiðingarnar, sum eitt ’no deal-brexit’ hevur við sær. Brexit-talsmaðurin hjá Labour, Keir Starmer, skrivar á Twitter, at tað er ábyrgdarleyst av stjórnini at royna at síggja burtur frá slíkum ógvusligum ávaringum.

- Nú má Boris Johnson ásanna, at hann hevur verið óærligur mótvegis bretska fólkinum viðvíkjandi avleiðingunum, skrivar hann á Twitter. Tí mælir hann til, at tjóðartingið verður kallað saman og finna næsta stig til tess at forða fyri einum brexit uttan avtalu.

Bretska tjóðartingið er sent heim til 14. oktober. Ein avgerð, sum hægstirættur í Skottlandi í gjár segði, var í stríð við bretska lóggávu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder