2022-02-07 18:34
Dóra Ólafsdóttir, sum í desember mánaði røkk so høgan aldur, at hon var elsti íslendingur nakrantíð, andaðist fríggjamorgunin 109 ára gomul.
Tað boðaði Morgunblaðið frá um vikuskiftið.
Dóra føddist 6. juli 1912 í Grýtubakkahreppi við Eyjafjørðin. Hon búði mesta av lívi sínum á Akureyri, har hon starvaðist hjá telefonverkinum.
13. desember gjørdist Dóra tann íslendingur, sum hevur livað longst. Tá fortaldi hon Ríkisútvarpinum, at ein orsøk til hennara langa lív kanska var, at hon aldri hevði drukkið ella roykt.
- Men mær dámar at lesa. Tað eru bøkurnar, ið fáa meg at kenna meg væl, segði hon tá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald