Ódnin Dorian, sum er ávegis móti Bahamas-oyggjunum og USA, verður nú flokkað sum ein kategori 5-ódn, sum er ein ódn við vindstyrki yvir 70 m/s.
Væntað verður, at ódnin rakar Bahamas seinni í dag, og veðurfrøðingar siga, at hon er før fyri at elva til stóran skaða, skrivar The Guardian.
Sambært National Hurricane Center (NHS) í Miami í amerikanska statinum Florida, er vindstyrkin farin uppá 71,5 m/s.
Í Bahamas-oyggjunum eru gistingarhús latin aftur, íbúgvar hava stongt húsini, og myndugleikarnir hava leigað bátar at flyta fólk burtur úr støðum, sum eru í vanda fyri at verða harðast rakt.
Ódnin hevði kós móti Florida, men nú er líkt til, at hon fer at raka South og North Carolina í staðin.
Undantaksstøða varð eisini lýst í amerikansku statunum Florida, Georgia, South Carolina og North Carolina, skrivar CBS News.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald