Innanlands

Dorian fer eisini at ávirka føroyska veðrið

Sunnudagin fer ódnin at flyta seg eystureftir móti Føroyum, tó fer veðrið ikki at verða líka ógvusligt, sigur veðurfrøðingur hjá DMI.

Mynd av ódnini tikin frá altjóða rúmdarstøðini ISS (Mynd: NASA/EPA)

Mynd av ódnini tikin frá altjóða rúmdarstøðini ISS (Mynd: NASA/EPA)

2019-09-04 15:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eisini á okkara leiðum koma fólk at merkja ódnina Dorian.

Tað sigur veðurfrøðingur hjá DMI, sambært Ekstra Bladet.

Um 8. september fer ódnin at flyta seg eystureftir móti Føroyum og sunnan fyri Ísland.

- Her sær tað út til, at mann kann vænta sær storm. Tó fer veðrið ikki at verða líka ógvusligt, sum fólk hava upplivað tað á Bahamas og á eysturstrondini í Florida, sigur veðurfrøðingurin.

Ódnin Dorian er harðligasta ódnin, sum er skrásett yvir Atlantshavið í ár, men nú er hon minkað munandi í styrki, og verður hon flokkað í kategori 2.

Les eisini: Dorian rakt amerikonsku strondina

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder