National Hurricane Center í Miami í Florida (NHC) sigur, at ódnin Dorian nú er minkað niður í eina kategori 1-ódn. Men hóast tað, fer amerikanska strondin enn at verða rakt av stormflóð og nógvum avfalli.
Tá Dorian rakti Bahamas mánadagin, var ódnin flokkað í kategori 5, sum er tað hægsta, hon kann verða. Tá er ódnin so ógvuslig, at hon kann oyðileggja hús og aðrar bygningar.
Síðan Dorian rakti USA fyrradagin, hevur m.a. verið melduródn í South Carolina.
Í dag fer ódnin at flyta seg eftir amerikonsku eysturstrondini, og hevur hon longu elvt til nógv avfall í South Carolina og North Carolina.
Í býnum Charleston varð mált upp í 18 centimetrar av avfalli í støðum, og longur norðanfyri eru nógv fólk flutt burtur.
Á Bahamas er talið á deyðum nú komið upp á 30, men myndugleikarnir stúra fyri, at veruliga talið kann vera nógv hægri, sigur landsins forsetisráðharri, Hubert Minnis, sambært DR.
Ódnarveðrið fer helst at ávirka amerikonsku og kanadisku eysturstrondina í fleiri samdøgur, og síðani fer tað at raka Grønland. Tó fer tað ikki at verða líka ógvusligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald