Uttanlands

Dorian vorðin ein kategori 4-ódn

Ódnin Dorian, sum er ávegis móti Florida kann gerast harðligasta ódnin, staturin hevur upplivað í 30 ár

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2019-08-31 14:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ódnin Dorian, sum er ávegis móti amerikanska statinum Florida, verður nú flokkað sum ein sera vandamikil ódn í kategori 4, sum er næsthægsta stigið fyri eina ódn.

Tað upplýsir National Hurricane Center (NHC) í Miami í Florida, sambært Poltiken.

Vindstyrkin fer sambært NHC at liggja á 59,7 m/s.

Dorian rakar væntandi Florida seint mánadagin ella týsdag fyrrapart amerikanska tíð. Áðrenn ta tíð, kann ódnin gerast enn ógvusligari og gerast harðligasta ódnin, sum Florida hevur upplivað í næstan 30 ár, skrivar tíðindastovan AP.

Væntað verður, at ódnin fer at elva til stórar skaðar, og undantaksstøða er lýst í bæði Florida og í grannastatinum Georgia.

Dorian fer væntandi at raka Bahamas oyggjarnar í morgin, sunnudagin.

Sambært NHC skulu fólkini í norðara partinum av Bahamas fyrireika seg til, at vatnstøðan fer at hækka upp móti 4,5 metrar, og eru fólk longu flutt burtur úr økinum.

Í Florida eru fólk tó ikki flutt burtur enn.

Guvernørurin í Florida, Ron DeSantis, sigur, at tað ikki er ráðiligt at flyta fólk burtur ov tíðliga, av tí at vandi er fyri, at mann flytir tey til støð, sum kunnu verða rakt, um ódnin broytir kós.

Í gjár, fríggjadagin, segði amerikanski forsetin, Donald Trump, at ein avgerð hesum viðvíkjandi helst verður tikin sunnudagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder