
Søkt hevur verið eftir trivnaðarleiðara til Vága kommunu, og hevur býráðið valt at seta Dortheu H. Dam í starvið, boðar kommunan frá.
Dorthea er 41 ára gomul og búsitandi í Sandavági. Hon er útbúgvin sosialnámsfrøðingur og hevur drúgvar royndir í leiðandi størvum innan hjálparfelagsskapir og at menna og gjøgnumføra langtíðarætlanir saman við privatum og almennum myndugleikum í Íslandi.
Seinastu árini hevur hon starvast sum verkætlanarleiðari á barna- og ungdómsøkinum hjá kommununi, og áðrenn tað var hon eitt skiftið virkandi leiðari í frítíðarskúla.
Dorthea byrjar í starvinum sum trivnaðarleiðari 1. apríl.
Í starvinum kemur Dorthea at samstarva og samskifta við politikarar, starvsfólk, borgarar og áhugafelagsskapir í Vága kommunu. Hon fær høvuðsábyrgdina av øllum virkseminum hjá trivnaðardeildina, sum fevnir um mentanar- og trivnaðarøki, og hevur beinleiðis tilvísing til kommunustjóran, og fær harvið stórar ávirkan á hvussu Vága kommuna verður rikin, skrivar Vága kommuna.
Høvuðsuppgávurnar hjá henni verða m.a. leiðsla av mentanarøkinum, harímillum yvirskipað ábyrgd av kvøldskúla, fyriskipan og samskipan av, mentanarstuðli, tiltøkum o.ø.
Innan trivnaðarøkið verður høvuðsuppgávan at tryggja og menna tilboðini, sum kommunan hevur á økinum, samskiftið við aðrar stovnar, ítróttarfeløg, borgarar umframt fleiri aðrar uppgávur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald