Leygardagin var triðju ferð, at amerikanska rúmdarferðarfyritøkan Blue Origin sendi ferðafólk upp í rúmdina. Tað er milliardingurin og Amazon-stovnarin Jeff Bezos, sum eigur fyritøkuna.
Á rúmdarfarinum, sum varð sent upp í Texas, var ein serligur gestur millum ferðafólkini. Talan var um 74 ára gomlu Laura Shepard Churchley, ið er dóttir Alan Shepard, fyrsti amerikanari í rúmdini.
Leygardagin slapp hon at uppliva 11 minuttir langu rúmdarferðina, 60 ár eftir, at pápi hennara skrivaði søgu, tá hann varð sendur út í rúmdina.
Laura Shepard Churchley og fimm onnur ferðafólk vórðu send upp uml. 106 milometrar frá jarðarskorpuni, har tey upplivdu nakrar minuttir í tyngdarloysi, áðrenn tey lendu trygt í Texas aftur.
Laura Shepard Churchley og eitt annað ferðafólk vórðu boðin við á ferðina, meðan hini fýra máttu gjalda eina óupplýsta upphædd fyri at sleppa ein túr í rúmdina, skrivar Ritzau.
Rúmdarfarið, sum sendi tey út í rúmdina leygardagin, hevur fingið navnið "New Shepard" til heiðurs fyri Alan Shepard.
Tað var í mai 1961, at Alan Shepard gjørdist næsti maðurin í rúmdini, eftir at Sovjetsamveldið í apríl hevði sent Jurij Gagarin út í rúmdina sum tann fyrsti maðurin. Alan Shepard er eisini ein teirra, ið hevur verið á Mánanum. Hann andaðist í 1998, 74 ára gamal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald