Uttanlands

Dóttirin helt rørandi røðu fyri deyða pápanum

Ari Behn, ið varð giftur við Märtha Louise prinsessu í Noregi, varð borin til gravar í dag

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-01-03 16:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

16 ára gamla Maud Angelica Behn fagnaði deyða pápa sín, tá hon helt eina rørandi røðu í Oslo Domkirke í dag.

Ari Behn, ið varð giftur elstu dóttrini hjá Harald kongi og Sonju drotning, Märtha Louise, fór til gravar í dag. Ari Behn tók sítt egna lív jóladag. Hann gjørdist 47 ár.

- Vit fara at sakna teg so óendaliga nógv. Okkara kæri, elskaði pápi. Tú segði altíð, at tú vart errin av okkum, men eg vóni at tú veit, hvussu errin vit vóru av tær, segði 16 ára gamla dóttirin í røðu síni.

[object Object]

Undan røðuni setti Maud Angelica eina tekning í rammu, hon hevur teknað av pápanum, á kistuna, og so fór hon upp og las síni rørandi minningarorð til pápan. Tekningin er jólagávan, sum pápin ongantíð fekk.

Tekningin var eisini partur av skránni, ið varð býtt út í kirkjuni í dag.

- Eg skuldi geva tær tekningina í jólagávu. Meðan eg teknaði hana, hugsaði eg um, hvussu nógv eg elski teg, hvussu spent eg var at síggja tína reaksjón, segði Maud Angelica millum annað í røðuni. Meðan hon røddi, stóð mamman, Märtha Louise prinsessa undir liðini á dóttrini og stuðlaði henni.

NRK hevur lagt røðuna út, hon sæst her 

- Tað finst altíð hjálp
Ari Behn og Märtha Louise fingu trýggjar døtur: 16 ára gomlu Maud Angelica, 14 ára gomlu Leah Isadora og 11 ára gomlu Emma Tallulah.

Røðan hjá dóttrini var full av fyrigeving fyri, at pápin valdi at taka sítt egna lív:

- Vit vita, at tú vart keddur, men tú segði, at tú fórt at fáa tað betri. Tú mást hava hildið tað loyniligt og roynt at goyma, hvussu trupult tú hevði inni í tær sjálvum fyri ikki at ørkymla okkum.

- Tað hevur verið trupult hjá okkum børnum. Eg hugsi ofta, at vit burdu verið meira fyri teg, hóast eg veit, at vit ikki skulu hugsa so. Vit fara at sakna tey óendaliga nógv. Okkara kæri elskaði pápi. Tú segði altíð, at tú vart so errin av okkum.

Dóttirin vendi seg í røðuni eisini til tey, ið hava tað trupult.

- Eg vil bara siga til øll, sum hava tað trupult sálarliga, at tað er altíð ein útvegur. Hóast tað ikki kennist so. Tað eru fólk harúti, sum kunnu hjálpa. Øll hava uppiborið kærleika og gleði. Tað er ongantíð ein veikleiki at biðja um hjálp, men ein styrki, segði Maud Angelica.

Meira um jarðarferðina á heimasíðuni hjá norska kongshúsinum  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder