Ein søga, sum vakti ans í 2018 var søgan um 12 fótbóltsdreingir, sum saman við venjara teirra vórðu fangaðir í einum helli í Thailandi.
Ein thailendskur kavari, sum luttók í bjargingarátakinum, er nú deyður av blóðeitran, sum hann fekk undir bjargingarátakinum í fjør summar, skrivar Ritzau.
Kavarin, Beiret Bureerak hevði fingið læknaviðgerð fyri blóðeitranina, men seinastu tíðina var støðan hjá honum blivin verri.
Ein annar kavari doyði undir sjálvt bjargingarátakinum í juni 2018.
Teir 12 dreingirnir vóru allir millum 11 og 16 ára gamlir, tá teir saman við venjara vórðu fangaðir í hellinum í Norðurthailandi.
Teir vóru farnir inn í hellið at hyggja, tá vatnstøðan vaks orsakað av stórum nøgdum av avfalli, og sluppu teir sostatt ikki út aftur.
Serfrøðingar úr fleiri londum bjóðaðu seg fram at hjálpa við bjargingararbeiðnum.
Kavarar leitaðu eftir teimum í tíggju dagar, áðrenn teir vórðu funnir. Teir høvdu hildið seg á lívi vð at drekka vatnið, ið dryppaði niður í hellið frá einum holi í loftinum.
Uml. 90 kavarar luttóku í bjargingararátakinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald