2024-11-01 12:14
Ein syrgilig hending fór fram í Hoyvík í nátt. Ein ungur maður varð funnin og staðfestur deyður undir Kúrbergi.
Málið verður kannað og óvist er, hvat er hent.
Leitað varð eftir 19 ára gamla manninum og løgreglan kom upp í leikin. Við Kúrberg funnu tey bil hansara, og seinni varð ungi maðurin funnin í fjøruni har. Fallið hevur verið einar 20 metrar.
Maðurin varð staðfestur deyður av fallinum.
Líksýn verður í dag, upplýsir løgreglan.
Avvarandi hava fingið boðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald