
Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum sum Skúlaskipið Dragin skipar fyri, verður nú leygardagin 25. september.
Streymurin er avtakand,i og sambært veðurforsøgnini verður 5 til 10 metrar um sekundið, so fortreytirnar skuldu verið á einari leið, fyri eina góða fiskikapping.
Mynstring til kappingina fer fram umborð á Draganum kl. 7.30, við Varpabrúnni. Bátarnir skulu vera aftur at landi seinast klokkan 17. Aftur í ár veiðan løgd upp við NFCS.
Góðir vinningar verða til tríggjar teir bestu í fiskikappingini, gávukekkar á 4.000, 3.000 og 2.000 krónur. Eisini verður ein kekkur á 2.000 krónur til størsta fiskin og lutakast millum allar luttakararnar.
Uppboðssøla verður sunnanfyri NFCS frá kl. 17.30 til 18.30, har høvið verður at keypa sær eitt kók av feskum fiski.
Inntøkan av sølu, fer óskerd til rakstur av Draganum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald