2021-08-10 14:08

Fyrrapart varð grind funnin á á Lambavík. Talan var ikki um eina stóra grind, men tað hevur gingið heldur striltið at rikið hana.
Farið var inn á Skálafjørðin. Beint við Strendur kavaði grindin illa, men so gekk skjótari inn eftir fjørðinum.
Grindin varð hildin til í Skálafirði, har beint yvir tjúgu hval vórðu dripnir. Drápið gekk væl - nógvir bátar og fólk vóru, og tað tók bert nakrar fáar minuttir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald