Maðurin, sum fyri meira enn 50 árum síðani drap amerikanska forsetavalevnið Robert F. Kennedy, er fluttur á sjúkrahús, eftir at ein annar fangi stakk hann niður í einum fongsli í San Diego.
Starvsfólkini vóru skjót at reagera, og varð særdi maðurin koyrdur á sjúkrahús til viðgerð. Sambært Politiken er hann uttanfyri lívsvanda.
Ein dulnevnd kelda, sum kennir til hendingina, hevur váttað fyri tíðindastovuni AP, at talan er um Sirhan Sirhan, sum í 1968 skeyt Robert F. Kennedy.
Robert F. Kennedy var áveg heim, eftir at hava vunnið demokratiska undanvalið í Kalifornia 5. juni 1968, tá hann varð skotin. Hann doyði av sínum løstum dagin eftir.
Drápsmaðurin, palestinin Sirhan Sirhan, sum í dag er 75 ár, játtaði seg sekan og varð dømdur til deyða, men seinni varð revsingin broytt til lívstíð í fongsli. Sirhan Sirhan segði, at, orsøkin til drápið var, at Kennedy stuðlaði Ísrael.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald