2022-07-23 14:39
Maðurin, sum drap fyrrverandi japanska forsætisráðharran Shinzo Abe 8. juli skal mentalkannast, áðrenn hann kann ákærast í málinum.
Talan er um ein tá 41 ára gamlan mann, sum hevur játtað seg sekan.
Í rættinum kravdi ákærin, at maðurin skal afturhaldast og fara undir mentalkanning, og ein dómstólur í Nara í vestara parti av Japan, har maðurin búði og skeyt Shinzo Abe, hevur gingið hesum kravinum á møti.
Kanningin varar, sambært Reuters, til 29. november, og siðani verður støða tikin til, hvørt maðurin skal ákærast fyri drápið ella ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald