Uttanlands

Drápsmaðurin í Brússel ikki fangaður enn

Illgruni er um, at maðurin, ið er undir illgruna fyri at drepa tveir sviar í gjárkvøldið, hevur fingið íblástur frá Islamiskum Stati

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-10-17 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast royndir er tað enn ikki eydnast belgisku løgregluni at handtaka mannin, sum er undir illgruna fyri at drepa tveir sviar í høvuðsstaðnum, Brússel, í gjárkvøldið.

Tað upplýsti Alexander De Croo, forsætisráðharri, sambært belgisku tíðindastovuni Belga, á tíðindafundi tíðliga í morgun.

De Croo váttaði tað, sum fleiri miðlar hava skrivað, at maðurin undir illgruna er ein tunesiskur tilflytari, sum hevur hildið til í Belgia ólógliga.

Hann sigur eisini, at maðurin hevur fingið íblástur frá harðrenda islamiska felagsskapinum, Islamiskur Statur.

Hóttanarstøðið í Brússel hækkaði upp á 4, sum er hægsta støði, eftir hendingina í gjár, meðan støðið í restini av Belgia er 3, skrivar Ritzau.

Í høvuðsstaðnum er løgreglan at síggja í gøtunum, og serliga í sokallaðum viðkvomum økjum, til dømis, har sviar plaga at savnast, er verjan styrkt, upplýsti forsætisráðharrin, sum heitir á allar borgarar í Brússel um at vera á varðhaldi.

Belgiska trygdarráðið skal hittast seinnapartin fyri at meta um støðuna.

Á tíðindafundinum í morgun lýsti Alexander De Croo sína djúpastu samkenslu við familjuni og vinum hjá teimum báðum dripnu svensku ríkisboargarunum.

Les eisini: EM-dystur steðgaður eftir skottilburð

Forsætisráðharrin lýsir drápini sum “yvirgangsverk”.

- Yvirgangur er vendur móti fólki allastaðni. Gerningsfólkini royna at skapa ótta, misálit og split í okkara frælsu samfeløgum. Yvirgangsfólk skulu skilja, at tey aldri koma á mál við hesum.

- Tey sleppa aldri at kúga okkara frælsu samfeløg, segði Alexander De Croo.

[object Object]
Belgiski forsætisráðharrin, Alexander De Croo, á tíðindafundinum í morgun (Mynd: EPA)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder