Maðurin, sum er undir illgruna fyri at standa fyri álopinum í Brússel í gjár, tá tveir svenskir ríkisborgarar vórðu skotnir til deyðis, hevur fyrr verið í Svøríki.
Tað upplýsti svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, á tíðindafundi fyrrapartin.
- Hann hevur í tíðarskeiðum verið í Svøríki, segði hann sambært Aftonbladet. Maðurin er tó ikki kendur av svensku løgregluni, legði hann afturat.
Í morgun var maðurin, ein 45 ára gamal tunesiskur maður, skotin og dripin av løgregluni í Brússel.
Maðurn er undir illgruna at hava dripið tveri sviar og sært ein triðja í gjárkvøldið, stutt undan fótbóltslandsdystinum millum Belgia og Svøríki.
Kristersson segði í dag, at alt bendir á, at talan var um yvirgangsálop.
- Tveir sviar vórðu skotnir og dripnir við køldum blóði, og enn ein svii er illa skaddur. Alt bendir á, at teir vórðu skotnir bara tí at teir vóru sviar, segði forsætisráðharrin.
Svenskir serfrøðingar hava róð framundir, at talan kann vera um, at atsóknin í gjárkvøldið kann vera aftursvar upp á mongu koranbrenningarnar, sum fóru fram í Svøríki í summar.
Tað var beint fyri klokkan átta í morgun, lokala tíð, at eitt vitni í Brússel boðaði løgregluni frá, at viðkomandi hevði sæð møguliga gerningsmannin á eini kaffistovu í býarpartinum Schaerbeek. Løgreglan rykti út, skot vórðu latin av, og maðurin varð skotin og dripin.
Ulf Kristersson, forsætisráðharri, helt tíðindafund í Stockholm í morgun (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald