Uttanlands

Dreingir fáa nú tilboð koppseting ímóti HPV

Koppsetingin hevur fleiri fyrimunir fyri heilsuna hjá dreingjum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-07-03 10:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heilsumálaráðið hevur sent eitt uppskot til kunngerð til hoyringar um ókeypis HPV-koppseting til dreingir. Tilboðið um ókeypis HPV-koppseting til dreingir verður í fyrstu atløgu veitt til dreingir í aldrinum 12 til 17 ár.

- Eg fegnist um, at dreingir nú eisini fara at fáa hetta tilboð, og vónandi fara teir at taka av tí, sigur  Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við heilsumálum. 

Málið um HPV-koppseting til dreingir hevur javnan verið á breddanum, síðani tilboðið til gentur varð sett í gildi í 2009. Hetta kemst av, at koppsetingin vísir seg at hava fleiri fyrimunir fyri heilsuna hjá dreingjum, bæði í mun til ávís sløg av krabbameini og aðrar sjúkur.

Løgtingið hevur samtykt at játta pening til at víðka tilboðið í Føroyum, so tað nú eisini kann fevna um dreingir.

Fleiri gentur koppseta seg
Sirið Stenberg fegnast somuleiðis um, at nógv fleiri gentur velja at taka av tilboðnum um ókeypis HPV-koppseting. Hjá gentum er koppsetingin serliga fyri at sleppa undan lívmóðirhálskrabba seinni í lívinum.

Í Føroyum fóru vit undir at koppseta gentur fyri HPV ókeypis tann 1. januar 2009. Byrjað varð við gentum, sum vóru fyltar 14 ár, og seinni varð tilboðið víðkað til gentur niður í 12 ár. Eins og í Danmark fall talið av gentum, ið lótu seg koppseta, ógvusliga í nøkur ár, men nú tykist gongdin verða vend.

Í fjør vóru tað 409 gentur, sum fingu fyrstu koppseting fyri HPV. Hetta er á leið sama tal, sum tey fyrstu árini, ið tilboðið varð tókt. Í 2016 vóru tær bara 96.

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder