Tíðliga í morgun, umleið klokkan 03.40 fekk løgreglan fráboðan frá einum borgara í Havn um, at nakrir unglingar vóru í gongd við at stjala bensin úr bilinum hjá honum.
Tað vísti seg, at vera ein stórur hópur av ungum dreingjum, sum vóru úti í nátt og royndu at stjala bensin úr parkeraðum bilum.
Løgreglan hevur ein illgruna um, at tað kanska eru dreingir, sum, orsaka av verkfallinum, ikki longur hava brennievni í prutlum sínum, og nú royndu aðrar metodur fyri at skaffa sær bensin.
Tað er heilt óvanligt, at so nógvir dreingir ganga úti so tíðliga um morgunin, sigur vaktleiðarin á politistøðini. Talan var um onkrastaðni millum 15 og 20 dreingir, allir undir 18 ár.
Løgreglan hevur tosað við nakrar av dreingjunum í morgunum og eisini við foreldur teirra í onkrum førum. Í dag skal málið kannast nærri.
Enn bendir tó einki á, at dreingirnir hava fingið fatur í meira enn nøkrum fáum dropum av bensini, metir vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald