Um tú hevur brúkt pengar uppá eina góða Champagnu, eru ráðini frá John Mikkelsen, matstovuleiðara Heima í Havn, at njóta hana aftur við matinum heldur enn at drekka hana á midnátt.
- Mítt besta ráð til teirra ið velja at spandera pengar uppá eina góða Champagnu, er at drekka hana tíðliga um kvøldið, og ikki bíða til á miðnátt. Hetta tí fólk ofta eru ov mett og ov móð á miðnátt til at veruliga njóta Champagnuna. Keyp okkurt annað gott til á miðnátt, og drekk Champagnuna aftur við matinum. Champagna hóskar til allan mat, sigur John Mikkelsen, á heimasíðuni hjá Meira av tí góða.
Hann skrivar í ráðunum, at tað eru aðrir møguleikar av brúsandi víni enn júst champagna.
Brúsandi vín kann býtast í trýggjar bólkar - Champagne, Crémante & Prosecco og Asti & Cava. Smakkurin er ymiskur og somuleiðis er prísurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald