Innanlands

Drekkivatnið í Nólsoy er reint aftur

Vatnroyndunum, sum vórðu tiknar í gjár, vísa, at ongar bakteriur í vatninum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-02-25 12:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin boðaði Tórshavnar kommuna frá, at óreinsað vatn varð staðfest í rørskipanini í Nólsoy. Orsøkin var eitt streymslit, sum hevði verið náttina fyri.

Í hesum sambandi heitti kommunan á nólsoyingar um at kóka vatnið, men tað er ikki neyðugt longur.

Drekkivatnið í Nólsoy er reint aftur, vísa vatnroyndir, sum vórðu tiknar í gjár, hósdagin 24. februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder