2023-08-06 14:58
Nú er ikki longur neyðugt hjá borgarum í Havn og á Argjum at kóka drekkivatnið.
3. august vórðu bakteriur staðfestar í drekkivatninum úr Havnardali, og tí mælti Tórshavnar kommuna til at kóka vatnið í pørtum av Havnini og Argjum.
Men seinasta vatnkanningin vísti, at vatnið nú er vorðið reint aftur, boðar kommunan frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald