
Leygardagin letur Eysturoyartunnilin upp fyri almennari ferðslu. Tað hevur verið ein long tilgongd, men nú verður endliga koyrandi. Leygardagurin 19. desember 2020 kann tó ikki hátíðarhaldast heilt orsakað av koronastøðuni. Tískil bjóðar Nes kommunu øllum til eitt Drive In tunnilstiltak á havnarlagnum á Toftum, har øll bygdafólk og avbygdafólk kunnu fáa ókeypis pannukøkur, kaffi. og tónleikaupplivingar.
Hesum boðar kommunan frá á heimasíðu sínari.
Drive In øki verður omanfyri egningarskúrarnar á Toftum, har pannukøkur og kaffi verður bjóðað út í bilarnar frá klokkan 14. Tónleikur verður á einum útipalli, sum verður settur upp á havnarlagnum millum Landingarmiðstøðina og Snoddbygningin. Har er gott pláss og møguleiki verður at sita í bilinum og lurta ella at standa úti í góðari fjarðstøðu, skrivar nes.fo.
- Eysturoyartunnilin, sum nógv hava bíðað leingi eftir, er ein av størstu verkætlanum í Føroya søgu og kemur at hava stóra ávirkan á alt føroyska samfelagið, ikki minst fyri Nes kommunu. Nes kommuna ynskir á henda hátt at hátíðarhalda stóra dagin, samstundis sum hædd verður tikin fyri koronatilmælunum.
Tað verða nøkur frá lokaløkinum, sangbólkurin The Gadders og Dania Tausen frá millum annað Reality Bytes, umframt millum onnur Hallur Joensen koma at framføra.
Skráin:
Kl. 14.00 Pannukøkuhúsið opnar
Tónleikaframførslur:
Kl. 15.00 Midnáttarsangbólkurin
Kl. 16.00 Hallur Joensen
Kl. 17.00 Gadders
Kl. 18.00 Dania Tausen
Kl. 19.00 Magni Christinasen
KL 20.00 Pannukøkukúsið letur aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald