Týsk kanningarlið hava funnið enn eina dronu við spreingievni á eini fløtu nærhendis Leipzig/Halle floghavnini.
Tað skiva fleiri týskir miðlar, herundir NDR og Süddeutsche Zeitung, sum hava tíðindini frá ónevndum trygdarkeldum.
Dronan var funnin 14. august, tíggju dagar eftir at ein fremmand drona við spreingievni varð funnin nærhendis einum stórum ukrainskum Antonov-flutningsflogfari, lastað við hernaðarútgerð, á somu floghavn. Somu nátt varð eitt DHL-farmaflogfar ‘rakt av onkrum’. Flogfarið varð beint til eina floghavn at trygdarlenda.
Týski innanríkisráðharrin, Alexander Dobrindt, hevur lýst álvarsligu hendingina at vera eitt “hybrid álopsscenario’.
Týski ákærumyndugleikin, sum stendur fyri kanningunum av hendingini, hevur enn ikki váttað tíðindini um hesa seinastu dronuna.
Leipzig/Halle floghavnin er knútapunkt fyri farma- og hernaðarflúgving, sum Nato og ukrainska flogfelagið, Antonov Airlines, brúka til flutning av hernaðarútgerð, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald