Uttanlands

Drongur bjargaður undan húsaleivdum

Higartil eru 271 fólk funnin deyð eftir jarðskjálvtan í Indonesia mánadagin

Jarðskálvtin rakti vastara part av oynni Java í Indonesia (Mynd: EPA)

Jarðskálvtin rakti vastara part av oynni Java í Indonesia (Mynd: EPA)

2022-11-24 08:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár vara ein seks ára gamal drongur bjargaður úr húsaleivdunum eftir at ein jarðskjálvti rakti Indonesia mánadagin. Tað skrivar AFP tíðindastovan.

Drongurin lá undir húsaleivdunum uttan mat og drekka í tvey samdøgur.

Bjargingin verður lýst sum eitt undur, og skapar vón um møguleikar fyri at bjarga fleiri fólkum undir leivdunum.

- Tá vit sóðu, at Azka var á lívi, fóru vit øll at gráta – eisini eg, segði 28 ára gamli Jeksen Kolibu, ein av sjálvbodnu bjargingarfólkunum, sambært Ritzau.

Higartil hevur jarðskjálvtin kostað 271 fólkum lívið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder