2023-12-22 12:05
Ukrainski høvuðsstaðurin Kyiv varð í nátt álopin av russiskum dronum.
Talan var um sætta dronuálopið á Kyiv hendan mánaðin, skrivar Reuters.
Tað var tó ikki bara Kyiv, sum varð rakt av dronum, onnur øki í Ukraina vórðu eisini rakt í nátt. Ukrainska loftverjan hevur í nátt skotið niður 24 av 28 álopsdronum í høvuðsstaðarøkinum.
Vitalij Klitsjko, borgarstjóri í Kyiv sigur, at eldur kom í fleiri bygningar, m.a. í ein íbúðarblokk í býarpartinum Solomjanskyj sunnanfyri miðbýin. Tveir persónar vórðu særdir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald