Myndugleikarnir í Ukraina og Russlandi boða frá, at dronuálop vórðu framd á ávikavist Kyiv og Moskva náttina til sunnudagin.
Í báðum førum varð eisini boðað frá, at dronurnar vórðu skotnar niður ella oyðilagdar á annan hátt, áðrenn tær kundu gera nakran skaða, skrivar Ritzau.
Sambært russiska verjumálaráðnum varð ein ukrainsk drona oyðiløgd í býarpartinum Bogorodsky.
Sambært AFP framdu ukrainar javnan dronuálop á Moskva í vár, men seinastu vikurnar hava álopini verið meira sjáldsom.
Myndugleikarnir í Kyiv siga harafturímóti, at hetta var onnur nátt á rað, at russar framdu álop á Kyiv.
Tó hava ongar fráboðanir verið um stórar oyðileggingar ella fólk, sum hava fingið skaða í álopunum.
Úr Ukraina verður sagt, at 15 av 20 dronum vórðu oyðilagdar í nátt. Leygarnáttina vórðu 29 av 38 dronum skotnar niður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald