2020-12-20 14:11

Í gjár var stóri dagurin, har upplatingin av Eysturoyartunnlinum varð hátíðarhildin.
Skipað varð fyri hátíðarhaldi í tunnlinum fyrrapartin, og seinnapartin og um kvøldið nýttu túsundatals fólk høvi at koyra ígjøgnum tunnilin, sum verður ókeypis fram til 10. januar. Í hesum sambandi varð eisini ein rúgva av fýrverki at síggja á himlinum yvir Skálafjørðin.
Omanfyri síggjast dronumyndir, sum Simon Nordendal/DroneDirector hevur tikið upp.
Til ber eisini at síggja aðrar upptøkur av fýrverkinum frá Hjalmar Jóhan Juul her.
Les eisini: Ókeypis at koyra í Eysturoyartunnlinum til 10. januar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald