2024-03-17 12:05

Í nátt vórðu 35 dronur skotnar niður í Russlandi.
Dronurnar vórðu skotnar niður í átta ymiskum landslutum, m.a. vórðu fýra dronur skotnar niður í økinum kring høvuðsstaðin Moskva, upplýsir borgarstjórin í býnum sambært Reuters.
Eldur kyknaði í einum oljureinsiverki, tá ein drona datt niður í býnum Slavjansk, sum liggur í Krasnodar-landslutinum.
Sambært russiskum myndugleikum var talan um "royndir hjá Kyiv-stýrinum at fremja yvirgangsatsóknir", skrivar DR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald