Uttanlands

Dronur skotnar niður yvir Krim

Tað boðaði russiska verjumálaráðið frá tíðliga leygarmorgunin

(Mynd: AFP)

(Mynd: AFP)

2023-08-12 13:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíðliga í morgun hevur russiski herurin skotið niður og oyðilagt 20 ukrainskar dronur yvir hersettu Krim-hálvoynni, boðar russiska verjumálaráðið frá.

Sambært russiska verjumálaráðnum elvdi hetta ikki til nakran skaða.

Seinastu mánaðirnar hevur Russland fleiri ferðir skotið niður dronur, sum hava verið yvir Russlandi og Krim, og vil Russland vera við, at dronurnar koma úr Ukraina, skrivar Ritzau.

Fríggjadagin boðaðu myndugleikarnir í russiska høvuðsstaðnum Moskva frá, at ein drona varð skotin niður í býnum, og eisini í juli vórðu dronur skotnar niður í og nærindis Moskva, eins og Krim fleiri ferðir varð álopin av dronum.

Russland hertók Krim-hálvoynna í 2014, og metir hana nú vera russiskt øki, men flest onnur lond rokna framvegis økið sum ein part av Ukraina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder