
Bæði Ukraina og Russland boða frá fleiri álopum í nátt og í morgun.
Ukrainski herurin boðar frá dronuálopum móti m.a. høvuðsstaðnum Kyiv, og upplýst verður, at 59 av 116 dronum vórðu skotnar niður ymsastaðni.
Fleiri íbúðarbygningar vórðu raktir, og í minsta lagi eitt sivilfólk hevði fingið skaða.
Í morgun vórðu tvey sivilfólk dripin og 15 særd í einum rakettálopi í Zaporisjsja, skrivar Reuters
Sambært russiska verjumálaráðnum, eru 18 ukrainskar dronur skotnar niður í nátt.
11 av dronunum vórðu skotnar niður yvir Rostov-landslutin, meðan restin vórðu skotnar niður yvir Bryansk, Kursk, og Orjol.
Í fráboðanini frá russiska verjumálaráðnum er ikki boðað frá nøkrum særdum, skrivar DR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald