Uttanlands

Droppa ætlað álop á Iran

Tað er eftir áheitan frá øðrum londum í Miðeystri, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Aaron Schwartz/AFP/Ritzau Scanpix)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: Aaron Schwartz/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-08-02 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA og Ísrael hava droppað eitt ætlað álop á Iran, skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump á sínum egna sosiala miðli, Truth Social í nátt okkara tíð.

Hetta hendir eftir áheitan frá øðrum londum í Miðeystri, skrivar hann og leggur afturat, at ein treyt er ein skjót avtala. Hóast samráðingar hava verið millum londini, er enn ikki eydnast at fáa eina endaliga avtalu uppá pláss.

Amerikanski forsetin sigur, at USA er til reiðar at fara undir nýggj álop á Iran við megi, sum ikki er sæð síðan seinna heimsbardaga.

Júst hvørji álop, USA og Ísrael hava droppað higartil, framgongur ikki, skrivar Ritzau.

Amerikanski miðilin CBS News visti tó leygardagin at siga frá fleiri ónevndum keldum, at USA og Ísrael vóru í ferð við at leggja ætlanir um eitt av mest umfatandi álopunum á orkuverk og oljureinsiverk í Iran.

Hetta álopið kundi verða framt longu hetta vikuskiftið, men sambært miðlinum hevði Trump ikki givið endalig boð um at gjøgnumføra tað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder